Dart: Favorittarnar fullu í Havn

Nú er klárt til FM í dart, sum verður stroymt beinleiðis

Um vikuskiftið var Havnar Dartfelag vertur fyri seinastu innleiðandi FM kappingini í dart. Stór kapping var um at sleppa millum 32 teir fremst, ið krevst fyri at sleppa við í FM finaluna, ið verður í Skopun um eina viku.

 

Úrslit og stigatalva - Trýst HER

 

Til seinastu FM kappingina undan finalu vóru fleiri óvæntaði úrslit. Báðir favorittarnar, Remy G. Hansen og Petur Thomsen, komu í stórar trupulleikar. Petur Thomsen kláraði akkurát úr bólkaspælinum í fyrru kappingini, har spælararnir eru styrkismettir.

 

Í endaspælinum tapti Petur Thomsen fyri Niels Thomsen, sum í hálvfinaluni eisini vann á ongum minni enn Remy G. Hansen, ið hevur verið besti dartspælarin í Føroyum hetta kappingarárið. Niels Thomsen, sum hevur fleiri ár á baki sum dartspælari, vann eisini spennandi finaluna móti Kristiani ”The Mouth” Joensen úr Klaksvík.

 

Í seinnu kappingini, har tað bara verður spælt endaspæl og uttan styrkismeting, møttust Petur Thomsen og Remy G. Hansen longu í fyrsta umfari. Remy G. Hansen vann og sendi toftamannin heim uttan heiðursmerki fyri fyrstu ferð í tíggju FM kappingum. Remy G. Hansen tók seg úr kappingini, eftir at hava vunnið seg í fjórðingsfinaluna. Jan McIntosh vann finaluna á Jan Erik Fjallstein, efir at hann lukkaði við 14 pílum til 5-4.

 

Hjá kvinnunum er Gunnbjørg Dam einaráðandi. Honn vann bæði fyrru og seinnu kappingina í 10. og seinasta FM unmfarinum. Hon er ”The grand old lady” í føroyskum dart og verður mett sum klárt besti kvinnuligi spælarin í dart.

 

FM í Skopun

Stóra FM brakið verður í Skopun 1 apríl. Tað verður sent beinleiðis gjøgnum Youtube kanalina hjá Kringvarpinum. Talan verður dart eins og vitta tað frá útlondunum við flottari scenu, við frásøgumanni í høllini og tónleiki.

 

Stóru favorittarnir hjá monnum eru Remy G Hansen og Petur Thomsen, men aftana tvær tær seinastu kappingarnar, so kann alt henda. Hja kvinnum má Gunnbjørg Dam metast sum stór favorittur.