Í hesum døgum eru nakrir og tjúgu íslendskir dartspælarar í Føroyum. Í kvøld verða tríggir landsdystir millum Føroyar og Ísland. Í tí sambandi hevur eisini verið opin kapping í Skopun í gjár.
Les eisini: Her er føroyska landsliðið í dart
Í A-kappingini hjá monnum vóru tað Remy Gaardlykke og Petur Thomsen, ið komu í finaluna. Í hálvfinaluni vóru tríggir av fýra spælarum úr Føroyum. Umframt finalistarnar, so var Ólavur Ellingsgaard eisini í hálvfinaluni. Hann tapti fyri Peturi Thomsen. Remy Gaardlykke vann finaluni í A-kappingini.
Les eisini: (Rás2) Landsliðsvenjari fortelur um landsdystirnar
Í B-kappingini hjá monnum varð vinnarin íslendski Friðrik Aðalsteinn. Hann vann í finaluni á Oddfinni Hansen. Hjá kvinnunum gjørdi íslendska Ingibjørg Magnusdóttir bart. Hon vann bæði fyrru og seinnu kappingini. Fyrsti móti Lýdiu á Smið, og síðani móti Eyðnu Olsen.
Í kvøld verða tríggir landsdystir móti Íslandi. Ein A-landsdystur, ein B-landsdystur og ein kvinnulandsdystur. Dystirnir verða í hølunum hjá Havnar Dartfelagi, Handan á 1.