Dart byrjar aftur

? ? ?

Nú vetrarítróttargreinirnar byrja aftur, verður eisini farið at spæla dart aftur.

Tíverri er áhugin fyri at spæla dart á kappingarstigi fallandi. Dartsambandið veit, at tað eru nógv fólk, sum spæla dart heima í kjallaranum. Hesum fólkunum vil Dartsambandið fegið hava fatur á, fyri at fáa fleiri lið við í kappingina.

Á aðalfundinum 29. august varð samtykt at lækka talið av leikarum á hvørjum liði frá 4 til 3. Hetta skuldi gjørt tað lættari hjá teimum flestu at verða við í liðkappingini, sum byrjar í oktober og endar í mars.

Fyri at verða við í liðkappingini er kravt, at liðið hevur eitt rúm við hita, tveimum dartskivum og góðum ljósi.

Fólk, ið ynskja at melda lið til ella hava aðrar spurningar, kunnu venda sær til Kim Petersen (310764) ella Jens Albert Simonsen 315838.

Í nýggju nevndini hjá Dartsambandi Føroya eru Petur Djurhuus, Kim Petersen, Jens Albert Simonsen, Alvin Egholm og Eyðun Samuelsen.