Dart
Dartsambandið skipaði um vikuskifti fyri fimtu einstaklingakappingini í ár.
Í einmansleiki vóru 17 luttakarar. Í mun til seinastu kapping var stór útskifting millum teir, sum spældu seg fram til hálvfinaluna. Bæði Remy G. Hansen og Alvin Egholm, sum liggja heilt frammi í oddinum á styrkilistanum, vórðu slignir út í fjórðingsfinalunum; Remy í einum vælleiktum og sera jøvnum dysti, sum Henrik Pedersen vann 4-3.
Henrik møtti í hálvfinaluni sínum fasta makkara í tvímansleiki, Poul Poulsen. Hetta gjørdist eisini ein sera javnur og seigur dystur, har hvørgin vildi lúta. Tað endaði tó við, at Henrik vann 5-4.
Í hinari hálvfinaluni hittust eisini tveir fastir makkarar í tvímansleiki, Henning Thomsen og Petur Grønagarð. Teir fylgdust upp til 3-3, men Petur var kaldari í avgerðandi løtunum og vann 5-3.
Finalan gjørdist enn ein vælleiktur dystur. Tað sá út til, at Henrik ætlaði sær gull, og hann var eisini á odda 4-2; men so raknaði Petur við og vann fýra tey næstu settini og harvið finaluna 6-4.
Fá pør
Í tvímansleiki var uppmøtingin einki serlig. Einans 12 pør luttóku, og fleiri forføll gjørdu, at fleiri nýggjar samansetingar av pørunum vóru at síggja. Men hjá summum royndist hetta væl.
Henrik Pedersen/Poul Poulsen spældu seg sum vant trygt í hálvfinaluna. Har vunnu teir 5-2 á Jan Midjord/Henning Thomsen. Í hinari hálvfinaluni spældu Alvin Egholm/Sune Rasmussen móti Jónfinn Vestergaard/Regin Enghamar. Heldur ikki her var nakar ivi, Alvin/Sune vunnu 5-1; men Jónfinn og Regin vóru væl nøgdir við triðjaplássið eftirsum teir ongantíð áður hava spælt saman og Regin enntá bara var komin oman í neystið sum áskoðari.
Í finaluni vístu Henrik/Poul sera gott spæl, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Alvin og Sune skoraðu væl til tíðir, men ongantíð í senn, og tí gjørdist tað bert nokk til at vinna tað eina settið. Finalan endaði sostatt 6-1 til Henrik/Poul, sum síggja út til at vera meir tryggir enn nakrantíð á ovastu rók í tvímansleiki.
Føroya Banki lat steyp og heiðursmerkir til vinnararnar.