Dark Satan og Bogi larma í Sirkus

Komandi fríggjakvøld er forkunnug larmikonsert í Sirkus. Talan er um óljóðsframførslu við bólkinum Dark Satan og einstaklinginum Boga á Lakjuni.

 

Komandi fríggjakvøld er forkunnug larmikonsert í Sirkus. Talan er um óljóðsframførslu við bólkinum Dark Satan og einstaklinginum Boga á Lakjuni.

Dark Satan eru Óli Jákup Muller, Gunnleygur D. Clementsen og Hugin Brend Bech. Boðað verður frá, at teira íblástur er punkur og óljóðsrokkur.

Hitt navnið á skránni, er tann navnframi Bogi á Lakjuni, hann gjørdist á ungum árum kendur sum bassleikari í grungeíblásta gøtubólkinum Visible Fish, áðrenn hann vann heiður sum larmigittarleikari í Clickhaze. Hann hevur eisini spælt við Petur Pólson á fleiri av hansara útgávum. Seinastu tíðina hevur Bogi verið virkin í bólkinum The Absent Silverking. Fríggjakvøldið fer Bogi at spæla sum einstaklingur, og her verður lovað, at hann fer at larma.

Konsertin byrjar kl. 22 og er ókeypis.