Havnar Sjónleikarafelag hevur síðani fyrst í februar mánaði vant leikin »Einki er sum mammusa gras« eftir italiumanninum Dario Fo. Og nú er klárt. Í annaðkvøld, leygarkvøldið, verður leikurin frumframførdur.
? Leikurin er ein politiskur skemtileikur. Eitt sindur av eini satiru, men tú kanst ikki kalla tað fyri eina farsu, og er tað tað, sum ger hann sermerktan, sigur leikstjórin, Jákup Veyhe.
Sjey leikarar spæla við, og teir flestu eru royndir sjónleikarar. Ein teirra fer á sjónleikaraskúla í næstum, so onkur av teimum er væl á veg til at gerast yrkissjónleikari.
? Vit byrjaðu fyrst í februar mánaði við einum skeiði um Dario Fo, sum Marita Dalsgaard helt. Vit hava eisini fingið hjálp frá einum italiumanni, Gianfranco, sum býr her í Føroyum, at hjálpa okkum við teimum italiensku viðurskiftunum, greiðir leikstjórin frá.
Søgugongdin
Leikurin gongur fyri seg í Milano í Italia. Í eini íbúð býr ein familja ? abbi, mamma og ein sonur.
Ein dagin tá sonurin kemur heim, uppdagar hann, at abbin og mamman hava roykt hash, og seinni finnur hann útav, at tey ikki bara roykja hash, men tey selja eisini hash. Tey hava eina hashplantasju í íbúðini.
Sonurin leggur ikki so nógv í, um hann og vinirnir roykja, men hann vil ikki hava, at abbin og mamman roykja hash.
Eitt systkinabarn, sum er politistur, kemur ein dagin at vitja. Hann arbeiðir við rúsevnismálum, og skal finna seljarar.
Tey klára at sannføra systkinabarnið um, at hashið er kryddurtir og kál, og fáa hann at eta av tí. Harafturat fáa tey sannført hann um, at tey eru hægri í tign enn hann innanfyri politiheimin.
? Leikurin er ógvuliga politiskur. Allir leiklutirnir eru politiskir, og hevur hetta verið ógvuliga stuttligt at arbeiða við. Leikurin gongur fyri seg í 70 árunum í Italia, og samfelagið spenti so vítt tá. Á aðru síðuni hevði tú kommunistar og á hinari fasistar. Høvundurin er heilt vinstravendur, og tað leggur hann ikki lok á í leikinum, sigur Jákup Veyhe.
Leikstjórin sigur, at tað hevur gingið væl at vant. Nógv er altíð at halda skil á uppundir ein sjónleik, men síðani sunnudagin er leikurin vorðin sældur ígjøgnum.
? Fólk kunnu bara koma at síggja. Eg vænti tey fara at hugna sær og flenna nógv, tí tað er tað lagt upp til. Men tey kunnu bara døma sjálvi.
Leikurin er góðan hálvan annan tíma til longdar, og verður frumframførdur í Sjónleikarahúsinum í Havn leygardagin klokkan 19.00.










