Daria Fo er deyður, frættist í dag. Boðini um deyða høvundans, ið fekk Nobelvirðislønina fyri á leið 20 árum síðani, komu samstundis, sum nobelnevndin býtir út Nobelvirðisløn 2016.
Dario Fo var italiumaður,og kendur sum sjónleikari, listamaður og høvundur. Hann hevur verið spældur á føroyskum palli.
Dario Fo legði ikki fingrarnar ímillum, men var ofta samfelagsrevsandi. Hann duldi ikki, at politiskt var hann vinstrahallur, og hetta dámdi ikki teim høgravendu í Italia, og tað merkti Dario Fo. Men hann var kendur og virdur úti og heima fyri sína leiklist og sum høvundur, dramatikari. Stóra viðurkenningin kom, tá hann í 1997 fekk Nobel virðisløn.
Dario Fo doyði á sjúkrahúsi í Milano, eftir sjúkralegu.