Seinasta glæstriskeiðið hjá Everton var miðskeiðis í 1980-unum, tá Howard Kendall stjórnaði liðnum. Tá vann felagið tvær ferðir meistaraheitið (í 1984-85 og 1986-87), FA Cuppina í 1985 og ikki minst Europa Cup fyri steypavinnarar í 1985. Everton-fjepparar munnu tískil iðra seg um Heysel vanlukkuna í 1985, sum frátók felagnum at kappast millum tey bestu við ein framúr góðum liði.
Everton er millum tey siðbundnu feløgini í Premier League og var við til at seta Fótbóltsdeildina á stovn í 1888. Harumframt eigur felagið metið, tí tað hevur verið longst í fremstu deildini. Everton hevur altíð verið í bestu deildini undantikið kappingarárini 1930-31, 1951-52, 1952-53 og 1953-54. Í 1954 flutti reyða sambýarliðið og arvafíggindin, Liverpool, eisini niður, so teir bláu kundu av álvara fegnast. Í dag er støðan eitt sindur øðrvísi. Teir reyðu hava vunnið League Cup’ina og kappast enn um trý onnur steyp.
Everton, sum er í svárum niðurflytingarvanda, møtti Wolves á heimavølli í dag, men fyrst gjørdi fyrrverandi Liverpool leikarin og Wolves liðskiparin, Conor Coady, lívið súrt fyri Everton fjepparar, tá hann skallaði bóltin í málið beint eftir steðgin, og 12 minuttir fyri tíð drap Jonjoe Kenny alla vón hjá Evdrton, tá hann fekk seinna gula kortið. Everton liggur nú beint oman fyri niðurflytingarstrikuna upp á málmun.











