Stílurin á plátuni á frumplátuni eftir Necrolepsia leitar sær eftir at blanda tvær siðvenjur: myndamálið, brølini, moll-akkordirnar og rútmunar frá black metal, og groove samt fangandi og meira siðbundna uppbygnaðin í rokk tónleiki, í tráð við bólkar sum Khold, Satyricon, Abbath, og aðrir.
Frá snævurskygdni til fjølbroyttni
Tey eldru løgini vóru skrivaði við einum meira primitivum og snævurskygdum stíli fyri eyga, men tey nýggjari løgini hava meira fjølbroyttan íblástur, til dømis frá doom metal, thrash metal, punk rock, og dark ambient, sum gevur eitt blandað og spennandi upplivilsi.
William Heinesen og søgur um tey deyðu
Tekstirnir taka íblástur frá siðbundnum skriftstøðum, yrkingunum hjá William Heinesen, og søgur um tey livandi deyðu. Evnini snúgva seg um gand, spádómar og eitt avbjóðandi lív í norðurlondum, alt sungið á norskum. Orsøkin til at hava valt norskt sum mál, er at endurspegla søguliga sambandið millum føroyingar og noregsmenn, samt at vísa virðing fyri hvar hesin stílurin av tónleiki hevur sín uppruna. Samanlagt gevur hetta eina plátu, ið er eins myrk og fjølbroytt sum føroysku oyggjarnar.
Næstseinasta lagið er okkara útiseting av kenda fólkalagnum "Hvem kan segla foruten vind", týtt úr svenskum til norskt.
(Tíðindaskriv: Tutl)