Daprari útlit hjá flogferðsluni

Jarðskjálvtin og flóðaldan í Japan, ófriðurin í Norðurafrika og Miðeystri og dýr olja hava rakt altjóða flogferðsluna sera meint. Tí væntar altjóða flogferðslufelagsskapurin IATA, at úrslitið hjá flogfeløgunum í ár verður munandi minni, enn felagsskapurin metti fyri trimum mánaðum síðani. Tá metti IATA, at úrslitið bleiv 40 milliardir krónur, men nú verður mett, at tað verður 21 milliardir krónur.

Aðalskrivarin í IATA, Giovanni Bisignani, sigur, at heldur tann nýggja metingin, verður ársúrslitið hjá altjóða flogferðsluni í ár 78 prosent verri enn í fjør.