Dansur
Dagfinn Olsen
Dansifeløgini kring landið hittast nokkso regluliga til dansitiltøk og dansistevnur. Í ár verður dansistevnan í Havn.
Tann 19. mai skipar Tøkum Lætt og hini dansifeløgini í Havn fyri dansistevnu í Havn. Tað hevur ikki eydnast at fáa orð á formannin í felagnum, men væntast kunnu eini 500 - 600 fólk úr øllum landinum til Havnar til hesa stevnu, sigst.
Øll dansifeløg í landinum hittast, tá tey 16 dansifeløgini í Havn trína dansin og bjóða uppí ringin. Umframt vanligu dansitiltøkini, serliga tá dansitíðin er, so hevur verið vanligt við stóru dansistevnunum, har so nógv sum gjørligt koma saman um dansin og har nógv verður gjørt burt-urúr.
Síðani føroyski dansurin at kalla ikki longur átti sítt náttúrliga pláss í mentanini, hava dansifeløgini hildið lív í, og áhugin tykist stórur. Í dag kann sigast, at føroyski dansurin hevur funnið eina legu í mentanini og at ikki er heilt øskukalt hesum viðvíkjandi.
600 fólk á Vaglinum
Tað sigst, at ætlanir eru frammi um at seta stevnuna á Vaglinum í Havn. Um ferðafólk tá eru í høvuðsstaðnum, verða tey óivað bilsin og glað, um tey hitta eini 600 dansandi føroyingar í føroyskum búna í Havnargøtum.










