Tað eru kanska ikki so mong, sum kennast við navnið »Blue Hawaii« . Men seinastu tíðina hevur dansibólkurin úr Skive spælt nógv í Danmark, har teir eru rættuliga væl umtóktir. Teir hava eisini givið út eina fløgu, og tann næsta er á veg.
Øll løgini á fløgunum hava teir skrivað sjálvir. Tónleikurin, teir spæla, er lættur dansitónleikur, serliga ætlaður vaksnum fólki. Tónleikurin hjá teimum kann samanberast við tónleikin hjá Vikingarna, Gluntan, Kandis og aðrir bólkar.
Atgongumerki til dansin fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Badmintonhøllini fáa í forsølu í Kunningarstovuni í Havn, Statoilstøðunum í Leirvík, Saltangará, Skálabotni, Sørvági og Gundadali.
Dansurin byrjar bæði kvøldini kl. 23.00.