Leygarkvøldið verður stórur dansur í Vági. Blanding fer á pall í VB-Húsinum. Bólkurin er bland av royndum tónleikarum í Suðuroynni og bólkurin spælir bæði spildur nýggj løg, og góð gomul løg, ið enn standa seg millum stjørnuløgini.
Bólkurin er virkin av og á og spældi nakað fyrr í ár, men hevur ligið stillur nakrar mánaðir, men nú er lív í aftur og leygarkvøldið setir Blanding lív í dansin í VB-Húsinum.