Bólkurin spælir sera blandaðan tónleik, bæði nýtt og gamalt, ið tíðarinnar tonn ikki bítur á. Bólkurin er mannaður við dugnaligum og royndum tónleikarum. Tað verða Jonhild, Knút, Hjalmar og Dagfinn, ið far á pallin leygarkvøldið.
Hetta er fyrsta tiltak í eini røð av forvitnisligum tiltøkum í húsinum í vár. Húsið letur upp klokkan 22 og er opið til klokkan 04:00.