Í samband við at Bóltfelagið Royn fyllir 85 ár og Roynhøllin 35 ár, verður skipað fyri dansi í Hvalba leygarkvøldið 29. mars, har Eager to Please fara á pall Í samband við, at Bóltfelagid Royn fyllur 85 ár og Roynhøllin 35 ár, skipar Bóltfelagid Royn fyri nógvun góðun og spennandi tiltøkun í 2008.
Leygarkvøldið 29. mars verður stórur dansur vid Eager To Please, siga fyrireikararnir.
Víðari siga teir, at Roynhøllin hevur øll hesi árini víst seg sum eitt gott og hugnaligt dansistað.Øll hesi árini hevur Roynhøllin savnað nógv fólk, og verið karmur um nógv góð og spennandi tiltøk í Hvalba, og hevur soleiðis havt ein stóran leiklut, bædi ítróttarliga,mentanarliga og sosialt.










