Dansur á Lágargarði

Í hesum døgum verða dansiframførslur í Lágargarði, og onkur av búfólkunum taka lut í framførslunum

Vit gerast eldri enn nakrantíð áður, samstundis sum vit sum ongantíð fyrr leingjast eftir æviga ungdóminum og gera tað, vit megna, fyr at dylja ellismerkini á likamum okkara.

 

Nú er eitt norðurlendskt samstarv farið undir at fagna ellisárunum og tí langa lívinum. Í ellis- og røktarheimum í Føroyum, Íslandi og Danmark, fara Next Door Project, Tróndur Bogason og Icelandic Love Corporation at framføra sýningina Happy End, ella lukkuligur endi.

 

Umframt sjónleikarar, tónleikarar og dansarar, luttaka búfólkini eisini í framsýningunum. Í Íslandi upplivdu dansararnir, at tey eldru, tó at fleiri eru dement og minnið er nógv viknað, minnast væl dansin og kropsligu rørslurnar, sum spretta úr einum øðrum parti av heilanum. Tí gekk væl hjá teimum gomlu at luttaka í framførslunum. Tað tykist, sum kroppurin minnist betri enn heilin, sigur Ingrid Tranum Velásquez, sum er danski koreografurin í verkætlanini.

 

Síðani 2. mai hevur Lágargarður verið karmur um verkætlanina og 11. til 13. mai vera almennar sýningar av framførslunum.