Dansur í kvøld í Nólsoy

Eftir at hava ligið á teirri latu síðuni í eina tíð, er nýggja nevndin í Royndarhúsinum meira aktiv.

Eftir at hava ligið á teirri latu síðuni í eina tíð, er nýggja nevndin í Royndarhúsinum meira aktiv.

 

Tað munnu nú vera nøkur ár síðani, at dansur hevur verið í Nólsoy annað jólakvøld.

 

Men nýggja nevndin má sigast at hava tikið annað skinn um bak. Í heyst varð skipað fyri bæði einari nátaveitslu og einari jólaveitslu. Og undirtøkan millum bygdarfólkið var sera góð, út móti hundrað fólkum til hvørja veitslu.

 

Nú verður so tátturin við dansikvøldi tikin upp aftur aftur anað jólakvøld. Tað plagdi fyrr at vera heilt stóra dansikvøldið, men so hvørt sum fólk skuldu møta til arbeiðis triðja jóladag, datt hendan traditiónin burtur.

 

Nú verður so gjørd ein roynd at fáa fólkið aftur til dansigólvið, við gamla bólkinum úr Nólsoy, Feedback.