Dansur í Hvalba

Hetta verður seinastu ferð í langa tíð, at høvi verður at hoyra okkara fremsta dansibólk, All That Rain

 

Rimmar dansur

Okkara fremsti dansibólkur, All That Rain, hevur ikki verið so nógv at hoyrt seinastu mánaðirnar. Men í annaðkvøld verður so ein av hesum sjáldsomu møguleikum at hoyra teir á palli, tá ið teir spæla í Roynhøllini í Hvalba.

Hetta verður samstundis seinastu ferð í langa tíð, at All That Rain spælir til dans, men tað verður ikki við mýkindum, tí teir hava meiri royk og størri ljós og kraftigari fýrverk enn teir nakrantíð áður hava havt

Trummusláarin í bólkinum, Henning Nicodemussen, er farin til keypmannahavnar á tekniska skúla a í samband við útbúgving sína, og hann verður ikki aftur í Føroyum, fyrrenn í summar.

?Tað er ov strævið at ferðast heim hvørt vikuskifti at spæla. Og harafturat er veðrið ofta ringt um veturin, so flogsambandið kann verða óregluligt. Tí hava vit gjørt av at halda ein steðg nú, til eg eri komin heimaftur, sigur trummusláarin.

?Tí er ilt at siga, nær vit fara at spæla aftur og enn minni, nær vit fáa høvi at vitja Suðuroynna aftur, leggur hann afturat.


Aðru ferð

Annar hevur All That Rain ikki verið so nógv at hoyrt seinastu tíðina. Teir hava fingið nýggjan sangara og gittarspælara, sum skuldi spælast inn í bólkin og teir hava givið fløgu út.

?Vit hava verið í venjingarhølinum síðani mitt í september við nýggja sangaranum og gittarspælaranum, Hans Ravnsfjall, og vit hava bara spælt einaferð til stóran dans , síðani hann kom uppí. Tað var síðsta leykarkvøld, tá ið vit spældu í ítróttarhøllini í Kambsdali. Tað var eitt sera væleydnað tiltak, við fleiri enn 600 áhoyrarum, sigur Henning Nicodemussen.

Annars hevur bólkurin spælt á ymsum, smærri tiltøkum, jólaborðhaldum o.sa.fr, men ikki alment í teimum stóru hallunum, sum teir plagdu.

Men nú fáa so suðuroyingar høvi til at heilsa uppá nýggja mannin í All That Rain.

?Dansurin í hvalba í annaðkvøld er fyrstu ferð, vit spæla í Suðuroynni við nýggja sangaranum og gittarspælaranum, so vit gleða okkum ómetaliga nógv at lata suðuroyingar sleppa at hoyra okkum við nýggjari manning.

Annars hevur All That Rain ikki spælt í Suðuroy síðani í juli mánaða í fjør, tá ið teir spældu í Trongisvági saman við Tangz.


Fjølbroytt tilfar

Í Hvalba fer All That Rain at spæla fjølbroytt tilfar. Teir spæla løg, teir sjálvir hava gjørt, men teir spæla eisini nógv kend, eldri løg, sum altíð eru aktuell, men sum teir hava peppað upp. Men tað er eisini nógv, spildurnýggj løg, sum eru á hittlistunum í løtuni og All That Rain spælir bæði Limpkin Park og Alien Ant Farm.