Dansur í heimsklassa í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagurin verður dansidagur í Føroyum við dansiundirvísing í skúlum, dansi ymsastaðni innandura og uttandura í havnargøtum og eini stórari break-dansisýning í Norðurlandahúsinum.

Talan er um dansisýningina, Tribe, sum Norðurlandahúsið sigur er ein sýning í heimsklassa.

Tribe er triði partur í røðini, Ritual, har fyrsti partur var framførdur í Norðurlandahúsinum í september.

- Tribe er ein magisk og eksplosiv dansiframførsla við seks úrmælingum í breakdansi, sigur Norðurlandahúsið.

- Íblásturin er funnin í ritualum í ymsum londum og í stórbýar umhvørvinum, har breakdansur hevur sín uppruna.

- Í hesari framførslu eru altjóða dansarar úr ymiskum mentanum og trúarsamfeløgum og teir framføra saman eitt ritual.

- Málið er akrobatikkur og koreografi , har electric boogie, breakdansur og nútímans dansur skapa mótsetningar og svinga frá tí harðliga til tað kensluborna, sigur Norðurlandahúsið.

Í sambandi við dsansidagin hevur listarkvinnan, Jóna Kristin Thomsen eina framsýning-eina dansiinstallatión í Norðurlandahúsinum og hon verður opin í eina viku.