Hetta hendir við ársins Varmakeldudans, sum verður í Mentanarhúsinum við 18 ára aldursmarki. Somu tíð verður dansur í Lonini við 25 ára aldursmarki og diskotek í høllini á Kambsdali. Til diskotekið er skipað soleiðis fyri, at bussur fer at koyra millum Fuglafjørð og Kambsdal.










