Í kvøld og annaðkvøld verður dansur á Fjørukránni í Hafnifirði, har við einum dansibólki, ið er ein samanrenning av nøkrum av okkara fremstu tónleikarum. Sangari og gittarleikari er Mr. Blues Uni Reinert Debess, hann er serliga kendur úr bólkum sum Go Go Blues og Crawling Blue. Men niðrið hevur hann eisini spælt við fleiri ymiskum tónleikarum, m.ø Tróndi Enni, ið somuleiðis verður við hetta vikuskiftið á sangi og bassi. Á trummum og ljómborði vera tveir limir úr fólkatónleikarbólkinum Enekk ljómborðleikarin Óli Olsen og trummuleikarinHøgni Klakkstein.
Skráin er Blues, rokkur og poppur. Tað er Birgir Enni sum samskipar eitt alment tiltak hesar dagarnar saman við eigarunum á Fjørukránni Jóannes Viðar Bjarnason. Sum vant tá Birgir er uppi í leikinum verður góð menu við fiski, fugli og tvøsti o.ø.