Leygarkvøldið 2. apríl frá klokkan frá 22 til 04 skipar Fótatraðk fyri dansi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har country- og rokkbólkurin The Reverends fer at spæla, og semifinalan í Prix Føroyar verður víst á stórskíggja
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Byrjað verður at senda Prix Føroyar klokkan 22 leygarkvøldið. Stórskíggi verður settur upp í erva í Føroyahúsinum, har írsk whiskeybarr eisini verður.
Fótatraðk hevur júst verið á ferð í Írlandi, og við sær í skjáttuni heimaftur hevur felagið fleiri góð sløg av írskum whiskey, sum til ber at royna hetta kvøldið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$The Reverends
Tónleikararnar í The Revererends munnu tey flestu kenna úr fleiri øðrum bólkum, men The Reverends eru ein country- og rokkbólkur burturav, sum spælir løg hjá eitt nú Johnny Cash og Garth Brooks, umframt at teir eisini spæla síni egnu countryløg.
Manningin í The Reverends er hendan: Niclas Thorsteinsson, sang, Jens Jacobsen, guitar og kór, Janus Kampmann, guitar, steeleguitar og kór, Kristin Nolsøe Bech, bass, og aftan fyri trummurnar situr Richard Thomsen.
Dyrnar verða stongdar á miðnátt.










