Aftaná ein steðg í eina tíð, verður aftur dansur fyri ung undir 18 ár í høvuðsstaðnum.
Fyrireikararnir góvust í des. mánað í fjør, tí tað ikki loysti seg at hava dans í samband við at býráðið álegði loyvishavarunum í Badmintonhøllini at steingja dyrnar kl.02:00. Nú er so avgjørt at dansur og onnur tiltøk kunnu vera har aftur eftir gomlu skipanini, tvs. at dansurin kann halda áfram til kl. 3:30 eins og áður.
Leygarkvøldið 8.feb. verður DJ-SHOW, FREESTYLERS-KAPPING. Sum áður nevnt, endar tiltakið kl.03:30 Dyrnar latað upp kl.23:00. Framyvir verða tó ávísir broytingar, og millum annað verður tað aldursmark 14 ár fyri at sleppa inn. Harafturat skulu grannar fáa varskóð nær tiltøk eru og eyka fólk skal setast at ansa eftir uttanfyri og í samstarvi við Náttarravnarnir verður hetta gjørt, í eini roynd at fyribyrgja ófrið hjá grannum. Ein áheitan er til foreldur um at minnast til at nevndu tiltøkini ikki eru fyri børn undir ásetta aldursmark. Nú kunnu ungdómar so aftur gleða seg til at sleppa í býin og í dans. Nógv koma vanliga eisini av bygd hendanvegin tá ið dansur er, tí koyra bussar aftur og fram til Badmintonhøllina frá Vestmanna, vágunum og Eysturoynni, og tað ber til at bíleggja sær pláss við at ringja á tlf. 22 33 11 ella 21 64 64.
1. mars verður stórt fastalávintstiltak har fleiri bólkar frá "Prix Føroyar" koma at spæla og undirhalda. Tað verður eisini burturluta ymiskir vinningar til flottastu grýlurnar.
29.mars verður so fyrsta innleiðandi kapping í "Ársins Songrødd 2003" fyri suðurstreymoy.
12.apríl verður konsert við kendum bólki.
10.mai verður annað umfar fyri suðurstreymoy í ?Àrsins Songrødd 2003"
24.mai er dj-show og Freestyler kapping
7.juni verður konsert
21.juni er konsert og dj-show










