Danskur venjari vinnur í rættinum

Christian Lønstrup bleiv uppsagdur og skal tí hava fleiri hundrað túsund frá FC Roskilde

Fyri kortum skrivaði In.fo um tvær sakir um avtalað spæl í donksum fótbólti. Í dag er dómur sagdur í eini sak, har ein fyrrverandi liðfelagi hjá Toda Jónsson fekk álvarsom boð um hópin hjá sær og valdi at siga frá. Hetta endaði við eini ósemju um hann segði upp, ella bleiv uppsagdur.

Nú fyrrverandi venjarin hjá FC Roskilde, Christian Lønstrup, hevur verið í rættinum í stríðsmáli við FC Roskilde. Her er ósemja um venjarin fór frá sjálvur ella bleiv uppsagdur, eftir at hann hevði fingið ábendingar um at onkir spælarar í hópinum vóru partur av avtalaðum spæli.

Christian Lønstrup segði, sambært bold.dk, í rættinum at hann møtti einum manni á einum parkeringsplássi, sum fortaldi honum um avtalaða spælið. Dagin eftir verður hetta tikið upp saman við hópinum, sum tó kennir seg órætt álopnan, tá Christian Lønstrup ikki vil nevna nøvn. Síðani er spurningurin, um Christian Lønstrup segði upp ella legði frá sær.

Nú hevur rætturin í Roskilde givið Christiani Lønstrup viðhald. Tí skal FC Roskilde nú gjalda honum 333.800 krónur, sum svarar til lønin í uppsagnartíðini. Eigarin av FC Roskilde, Carsten Salomonsson, sigur við bold.dk at dómurin verður kærdur til hægri rætt.

Christian Lønstrup spældi saman við Toda Jónsson í fleiri ár í FCK. Teir komu báðir til felagið síðast í 90 unum og vóru liðfelagar fram til 2005, tá Todi Jónsson skifti til norskan fótbólt.