Frælsur Ítróttur Føroya skrivar á heimaíðu sínari, at tey hava fingið avtalu við danska toppvenjaran, Thomas Nolan Hansen, um at hesin kemur til Føroya at halda venjaraskeið um mánaðarskifti.
Fríggjadagin 1. mai, Dýra Biðidag, verður motiónsvenjaraskeið. Hetta er skeið, sum minnir um og byggir víðari á skeiðini, sum vit høvdu við David Møller fyri hálvum øðrum ári síðani. Skeiðið er fyri øll við áhuga í motiónsrenning, og serliga ætlað teimum, sum taka ábyrgd fyri einum bólki.
Leygardagin 2. mai verður venjaraskeið í millumteina- og langteinarenning, við serligum atliti til millumteinarenning. Hendan dagin fer Thomas Nolan eisini at standa fyri einari venjing við okkara bestu miðteinarennarum frá 13 ár og upp. Málbólkurin er rennivenjarar og sjálvandi tey við áhuga í miðteinarenning.