Danskur superbilur í Bella

Ein av mest spennandi bilunum á bilaframsýningini í Bella Sentrinum er danski superbilurin Zenvo ST1. Bilurin er designaður av donsku designarunum Jesper Hermann og Christian Brandt, sum eiga desingfyritøkuna Hermann & Brandt.

Menninir aftanfyri Zenvo Automotive eru Jesper Jensen og Troels Vollertsen, sum báðir hava stóran áhuga í superbilum og rasarabilum. Bilurin hevur V8 motor við 1.104 hestakreftum, koyrir frá 0-100 km/t upp á 3 sekund, og toppferðin er 375 km/t.


mg