Danskur stuðul til gransking um Arktis og ríkisfelagsskapin

Danmarks Frie Forskningsfond hevur í dag latið upp fyri eini røð av stuðulsmøguleikunum til granskingarverkætlanir í 2026, sum eisini føroyskir granskarar kunnu søkja um at verða partur av

Grankingarráðið skrkvar, at Danmarks Frie Forskningsfond er stovnur undir danska Útbúgvingar- og Granskingarstýrinum, ið umsitur stuðul til gransking og ráðgevur donsku stjórnini og fólkatinginum í granskingarmálum.

 

Arktis og ríkisfelagsskapur

 

Serliga tvey útboð eru, sum hava áhuga fyri føroyskar granskarar.

 

Grunnurin bjóðar út 50 mió. kr. til arktiska gransking, sum danska stjórnin hevur avsett fyri 2026-2029 til at styrkja arktiska gransking og arktisku granskingarumhvørvini í ríkisfelagsskapinum. Stuðul kann latast til arktiska gransking á ymiskum vísindaligum økjum, m.a. til at útvega nýggja vitan um veðurlagsbroytingar, trygdarpolitisk viðurskifti og sosial, mentanarlig og søgulig viðurskifti í arktiskum samfeløgum.

 

Danski granskingargrunnurin bjóðar eisini út 20 mió. kr., sum danska stjórnin hevur avsett fyri 2026-2029 til at stuðla gransking í samfelagsmálum í Ríkisfelagsskapinum. Umframt til at útvega nýggja vitan um samfelagsviðurskifti kann stuðul eisini latast til gransking í uttanríkis- og verjupolitikki. 

 

Minst tvey lond skulu samstarva

 

Til ber at søkja um í mesta lagi 5 mió. kr. til granskingarverkætlanir um Arktis og um ríkisfelagsskapin. Ein treyt fyri at fáa stuðul er, at samstarv er millum granskarar í minst tveimum londum í ríkisfelagsskapinum.

 

Freistin at søkja um stuðul til arktiska gransking og gransking av ríkisfelagsskapinum er 2. september 2026. 

 

Les meira um útboðini til arktiska gransking og til ríkisfelagsskapin her

 

Yvirlit yvir allar stuðulsmøguleikar frá Danmarks Frie Forskningsråd sæst her.

 

Fleiri broytingar eru í treytunum fyri at søkja um stuðul frá Danmarks Frie Forskningsråd í ár, sum skulu avmarka talið av umsóknum, ið er nógv økt seinastu árini, uttan at grunnurin hevur fingið samsvarandi hægri játtan. Millum annað kunnu umsøkjarar bert senda eina umsókn til grunnin um árið og bert hava tvær virknar játtanir samstundis. 

 

DeilDeil