Danskur stórsigur á moyrum íslendingum

Hóast stóru donsku stjørnurnar sótu á beinkinum, so vunnu danir 32-23 á Íslandi

Miðumfarið í EM kappingini í hondbólti er av. Í síðsta dystinum vann Danmark 32-23 ímóti Íslandi. Eingin ivi er um, at danska liðið er tað við størstu breiddini. Tað sást í kvøld á tann hátt, at stóru stjørnurnar á danska liðnum – Niklas Landin, Flemming Hansen og René Toft Hansen – sótu á beinkinum. Í staðin vóru tað teir, ið annars hava sitið nógv á beinkinum, sum vóru á vøllinum, og teir tóku av.

Serliga eyðsýndir vóru málverjin Jannick Green, sum bjargaði meiri enn aðru hvørjari íslendskari roynd, og óroyndi Mads Mensah Larsen, sum var danskur toppskjútti við 8 málum.

Bestu íslendsku spælararnir sótu eisini í løtum á beinkinum, og íslendsku málverjarnir vístu fáar bjargingar.

Tað órógvaði meiri spælið hjá Íslandi, at stinnastu menninir fóru út av hvíla seg, og so noyddust lyklaspælararnir aftur á vøllin. Tað sigur seg sjálvt, at teir vóru troyttir, og tí varð sigurin so trivaligur sum 32-23, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13. Íslendskur toppskjútti var Guðjón Valur Sigurðsson við 10 málum.

At Ísland framvegis telist millum stinnastu hondbóltstjóðirnar verður undirstrikað av, at grannar okkara seinnapartin fríggjadagin skulu spæla um fimta plássið ímóti Póllandi.