Klokkan 16.15 fara Føroyar og Danmark at spæla kvinnulandsdyst í høllini á Hálsi í Havn.
Fyri ein av donsku spælarunum er talan um serligan dyst. Talan er um Lærke Nolsøe, sum er hálvur føroyingur. Mamma hennara er av Nolsøe fólkunum í Vági, og Lærke Nolsøe sigur við danska TV2, at hon hevur verið nógv í Føroyum sum smágenta og framvegis javnan vitjar í Føroyum.
-Tá ið eg var ungdómsspælari, fekk eg fyrispurning úr Føroyum, um eg var áhugað í at umboða Føroyar í hondbólti. Tá var eg longu á donsku ungdómslandsliðunum, og tí bleiv tað ongantíð aktuelt at umboða Føroyar, sigur Lærke Nolsøe.
Lærke Nolsøe er 25 ára gomul og spælir við Viborg HK, har hon er vongur.