Danskur spælari til HB

HB hevur í dag gjørt sáttmála við danskan miðvallara

Danski miðvallarin, Mikkel Frankoch, hevur undirskrivað sáttmála við HB. Mikkel Frankoch er 24-ára gamal, og kemur úr danska felagnum Vendsyssel FF, har Jens Berthel Askou fyrr hevur verið venjari hjá honum.

Mikkel Frankoch hevur verið í Føroyum fyrr í ár, har hann vandi við felagnum. Nú er greitt, at miðvallarin kemur at spæla við HB komandi kappingarár. Talan er um ein spælara, sum hevur sínar styrkir longur afturi á miðvøllinum. Hann er ein sokallaður 6’ari.

##med2## 

HB hevur eisin havt danska miðverjan, Jacob Egeris Pedersen, á vitjan í vikuni. Hann er tó farin av landinum uttan sáttmála.