Børnini komu til Føroya seinasta týsdag og fara avstað aftur fríggjadagin. Tey hava verið eina viku í Norðoyggjum og búðu í skótahúsunum í Klaksvík.
Sunnudagin komu tey til Havnar, har tey búgva privat. Tey hava vitjað í Nólsoy, í gomlu Havnini, og hósdagin skulu tey undir Vestmannabjørgini.
Í september í ár fer 7.b námsferð til Fraklands, og tá er ætlanin, at tey eisini skulu vitja 7. flokk í Krogård Skole í 5 dagar og búgva privat.
Flokkslærarin hjá donsku børnunum, Helle Houkjær, sigur, at túrurin í Føroyum er ein stór uppliving, bæði fólkið og náttúran. Við at búgva hjá privatfólki hava tey nógvar vinar í Føroyum.









