Danskur Rib-bátur sprongdist

Í gjár fekk danska løgreglan boð um, at tveir mans vóru endaðir í sjónum, tá ein Rib-bátur, teir vóru í, sprondist í tveir partar.

Seinnapartin í gjár fekk danska løgreglan boð um, at tveir mans vóru endaðir í sjónum, tá ein Rib-bátur, teir vóru í, sprondist í tveir partar. Hendingin fór fram millum nýggju og gomlu Lítlabeltsbrúgvarnar. 

 

Báðir menninir, 48 og 50 ára gamlir, sluppu frá hendingini við lívinum og vórðu bjargaðir í land í Middelfart. 

 

Danska løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at talan var um Rib-bát við "føstum" botni og bleytum tilfari omanyvir. Í bátinum var ein 175 HK stórur motorur.

 

Meðan menninir sigldu í bátinum, var "eygsýnliga" ein spreinging í botninum, og spreingingin var so sterk, at botnurin á bátinum varð rivin leysur av tí ovara partinum, og báðir menninir endaðu í sjónum.

 

- Báðir menninir fingu skaða í beinini og møguliga eisini í ryggin. Teir vóru báðir í bjargingarvesti. Ein maður í øðrum báti, sum var nærindis, fekk menninar til lands.

 

Danska løgreglan sigur, at báðir menninir endaðu á sjúkrahúsi, og at tað enn ikki hevur verið møguligt at avhoyra teir. Báturin er bjargaður og verður nú kannaður nærri.

 

- Illgruni er um, at onkur ótættleiki hevur verið við brennitanganum, sum liggur í botninum á bátinum, sigur danska løgreglan í tíðindaskrivinum um óhugnaligu hendingina seinnapartin í gjár.