Danskur ráðharri fer frá

Brian Mikkelsen býður ráðharrasessinum og politikkinum farvæl

 

Brian Mikkelsen boðar í dag frá, at hann fer frá sum vinnumálaráðharri og tekur við starvinum sum stjóri í Dansk Erhverv, sum svarar til føroyska Vinnuhúsið.

- Nú blaðið eg um. Eg havi gjørt mína politisku hertænastu, og tað eri eg errin av, sigur hann. Hann ætlar sær altso ikki at venda aftur til politikkin seinni.

 

- Eftir mong spennandi og áhugaverd ár í politikki er tíðin komin at royna seg í nýggjum avbjóðingum, sigur hann.

 

Lars Løkke Rasmussen hevur boðað frá, at hann fer longu í morgin til drotningina at boða henni frá, hvørjar broytingar verða gjørdar í stjórnini, nú Brian Mikkelsen ikki longur er partur av henni.