Danskur nazistur millum teir fremstu á Wiesenthal-listanum

Simon Wiesenthal-stovnurin hevur ein lista við nøvnunum á 10 gomlum nazistum. Tann nú 86 ára gamli danin Søren Kam er á 8. plássi

- Søren Kam stendur á okkara lista, tí eftir okkara tykki er hann ein av teimum leiðandi nazistunum, sum kann dragast fyri rættin, sigur leiðarin á Simon Wiesenthal-stovninum, Effraim Zuroff, við bretska blaðið Daily Telegraph.

 

Søren Kam, sum var yvirmaður í SS í Danmark undir seinna heimsbardaga, hevur búð í Týsklandi síðani kríggið. Hann er skuldsettur fyri at hava verið uppií, tá tann atfinningarsami danski blaðstjórin Carl Henrik Clemmensen bleiv myrdur í 1943. Danska ákæruvaldið hevur lagt formliga sak ímóti honum, og løgmálaráðið í Keypmannahavn hevur biðið um at fáa hann útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin. Men týska stjórnin sigur nei, og herfyri staðfesti ein dómstólur í München, at skuldsetingin ímóti fyrrverandi SS-yvirmanninum er fyrnað.

 

Greinin í Daily Telegraph hevur kveikt lív í danska orðaskiftið um málið við Søren Kam. Peter Skaarup, sum er framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum í rættarmálum, segði í gjár, at Lene Espersen, løgmálaráðharri, hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at fáa Søren Kam til Danmarkar. Løgmálaráðharrin svaraði, at hon vil fegin hava mannin fyri rættin, men at hon noyðist at virða avgerðina hjá týska dómsvaldinum.