Keldir hjá Miðlahúsinum siga, at HB í hesum døgum hevur vitjan av danska miðverjanum Jacob Egeris Pedersen. Hann hevur eina fortíð í Superliguni og seinast norskum fótbólti, har hann hevur spælt við nú fyrrverandi føroyingafelagnum, HamKam.
HB hevur alment boðað frá, at felagið leitar eftir styrki til komandi kappingarár. Millum annað er tunt í miðverjuni, meðan felagið eisini leitar eftir einum áleypara, sum av álvara kann gera mun.
##med2##
Sum skilst, so er 29 ára gamli Jacob Egeris Pedersen á vitjan hjá HB í hesum døgum. Hann er uppvaksin í Lyngby og spælt nakrar fáar dystir fyri FC Nordsjælland í donsku Superliguni. Skaðar gjørdu at tað bleiv bara til fimm dystir. Síðani spældi hann við Viborg og Vejle, áðrenn hann í 2017 skifti til HamKam í Norra.
HB verður uttan Lasse T. Andersen komandi kappingarár, meðan Hørður Askham er langtíðarskaddur og spælir hvørtfall ikki í fyrru hálvu.












