Nógv bendir á, at HB ikki hevur gjørt sáttmála við danska miðverjan Jacob Egeris Pedersen. Hann hevur annars verið í Føroyum í vikuni, men sum skilst gekk ikki at fáa eitt samstarv í lag.
HB hevur alment boðað frá, at felagið leitar eftir styrki til komandi kappingarár. Millum annað er tunt í miðverjuni, meðan felagið eisini leitar eftir einum áleypara, sum av álvara kann gera mun.
##med2##
HB verður uttan Lasse T. Andersen komandi kappingarár, meðan Hørður Askham er langtíðarskaddur og spælir hvørtfall ikki í fyrru hálvu. Tí er hugsandi, at HB leitar víðari eftir einum miðverja.











