Danskur meistaravenjari til Føroya

Hann vann DM við FC Midtjylland í 2015, nú skal Glenn Riddersholm hava skeið fyri FSF

Fríggjadagin 27. apríl skipar Fótbóltssambandið fyri impulsskeið við Glenn Riddersholm. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá donskum ungdómslandsliðum, og sum venjari hjá Superligaliðunum hjá FC Midtjyllandi og AGF.

 

Skeiðið, sum er ætlað venjarum, ið hava UEFA A ella B-prógv, hevur heitið “Yvirgongdin frá ungdómi til vaksin”. Hetta er ein tilgongd, har nógvir spælarar velja at gevast við fótbóltinum, meðan Fótbóltssambandið roynir at gera loysnir, ið skulu fyribyrgja at spælararnir gevast.

 

- Tað er altíð spennandi og mennandi at fáa venjarar á vitjan, ið hava drúgvar royndir á hægsta stigi. Evnið, “Yvirgongdin frá ungdómi til vaksin”, hevur nógv verið kjakast um, og er tað serliga viðkomandi nú, í samband við U21-deildina, sum var úrslit av kjakinum seinastu tíðina, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Glenn hevur drúgvar royndir

Glenn Riddersholm er dani, er 45 ára gamal, hevur UEFA PRO venjaraútbúgving, og hevur seinastu 30 árini arbeitt sum fótbóltsvenjari í Danmark. Hann hevur verið knýttur at fleiri av ungdónslandsliðunum hjá DBU, og hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá FC Midtjyllandi og AGF.

 

Í 2015 stóð Glenn Riddersholm á odda fyri Superligaliðnum hjá FCM, sum hetta árið vann danska meistaraheitið. Sostatt er talan um ein mann við drúgvum royndum á hægsta stigi, umframt at Glenn ikki dylur sín áhuga fyri menning av ungum spælarum, og at menna hesar til at blíva vaksnar elituspælarar.

 

- Tað verður tí áhugavert at hoyra sjónarmiðini frá einum, ið hevur roynt nærum alt innan ungdómsvenjing, umframt at hava verið høvuðsvenjari hjá Superligafeløgum. So vónandi verður undirtøkan góð, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Skeiðið byrjar fríggjadagin 27. apríl klokkan níggju, og endar umleið klokkan fimm seinnapartin. Á skránni verða ástøðiligir fyrilestrar og venjingar á Tórsvølli. Her verður komið inn á tær avbjóðingar, ið hendan yvirgongdin hevur við sær, og hvussu vit skilabest menna spælarar og gera teir klárar til fótbólt í vaksnu deildunum.