Danskur málverji í B68

Tá B68 um vikuskiftið spældi venjingardyst ímóti ÍF, var ein nýggjur málverji í málinum hjá B68.

Talan er um 21 ára gamla danska málverjan, Nicklas Frenderup, id áður hevur spælt vid Greve í Danmarksseriuni, umframt onnur donsk feløg eisini. 

Sum skilst hevur málverjin verið og royndarvant um vikuskiftið, og tad er enn ógreitt um Toftamenn skriva sáttmála vid danska málverjan.

Leggjast kann afturat at B68 vann dystin 2-0 ímóti ÍF, har millum annað landsliðsáleyparin Jóan Símun Edmundsson skoradi annað málið.