Danskur málverji til ÍF

Tað var nakað rótut á málmansplássinum hjá ÍF í fjør, har fimm ymiskir málverjar vardu málið ígjøgnum kappingarárið. Høvuðsatvoldin var, at danski Oliver Korch valdi at fara heimaftur í summarsteðginum.


ÍF hevur nú funnið mannin, sum skal verja málið komandi kappingarárið, og hann er eisini danskari. Tað kunnger felagið á heimasíðu sínari í kvøld.


Málverjin eitur Henrik Lindhard, er 22 ára gamal og hevur royndir frá Skive í næstbestu donsku deildini. Sáttmálin millum hann og ÍF er galdandi fyri kappingarárið 2017.