Bólkurin sigur sjálvur, at tónleikurin er sprottin úr tónleikagreinum sum dómsmálmi, móru, deyðsmálmi, niðumálmi og postrokki. Eitt bland, ið bólkurin sjálvur sigur vera ringt at seta í bás og sum ikki verður stýrdur av vanligum reglum, men í staðin brýtur niður teir tónlistarligu múrar, ið royna at stýra tónleikinum.
Á fløguni The Prologue eru fýra løg, men bólkurin hevur løg til eina heila fløgu, og hevur ætlanir um at geva tey út.
Bólkurin varð stovnaður í 2001 og hevur spælt á nógvum konsertum bæði einsamallur og sum upphiting hjá bólkum sum Sacrificial, Moho and Derotta, Sons of Saturn, Issue 16 og Cult of Luna.
Í næstum fer Whelm á konsertferð í Noregi og Hollandi, og ætlanin er at spæla enn meira uttanfyri donsk landamørk.
Á alnetinum heldu Whelm til á www.whelm.dk.










