Klaksvíkingar brynja seg av nýggjum. Eftir stórtapini fyrr í ár ímóti B36 kundi kanska roknast við, at tað var í verjupartinum, at teir styrktu um og tettu. Men ofta verður sagt, at álop er besta verja, og soleiðis ber til at síggja upp á tað, nú KÍ hevur gjørt avtalu við danskan álopsspælara.
Talan er um 21 ára gamla Jacob Bymar, sum higartil hevur spælt við Esbjerg. Hann er 183 centimetrar høgur, og hann hevur spælt 22 unglingalandsdystir fyri Danmark: 4 U15, 9 U 16 og 9 U 18 landsdystir. Jacob Bymar hevur verið sáttmálabundin hálva tíð í Esbjerg, men nú er tað skeiðið runnið, og ungi maðurin, sum ikki hevur megnað at spælt seg til fast pláss, hevur ynskt at royna nýggjar leiðir. Í ár hevur hann verið sjey ferðir inni á vøllinum á besta Esbjerg liðnum.
At ungi maðurin, sum er ættaður av Fanø, hevur funnið leiðina til Klaksvíkar, kemst av sambandinum, sum Bill Jacobsen, ið er fyrisitingarligur leiðari og ungdómsvenjari í KÍ, hevur við Esbjerg. Bill búði miðskeiðis í níti árunum nøkur ár í Esbjerg, har hann saman við skúlalæraranum Kaj Olsen var venjari hjá bestu dreingjaliðunum. Millum spælararnar vóru eitt nú Jacob Bymar og Jan Kristiansen, sum nú er fremsta álopsvápnið á besta Esbjerg liðnum.
? Jacob er stórur, skjótur og ágrýtin. Hann sparir ikki at royna ímóti málinum. Vit settu okkum í samband við hann longu í mars. Tá hevði hann hug at gevast at spæla fótbólt, tí hann hevur verið so nógv skaðaplágaður. Í fjør var hann eitt skifti útleigaður til B1909 í 1. deild. Hann er spentur at koma til Føroya at royna seg, og um tað gongst honum væl, so er ikki óhugsandi, at hann verður áhugaður í at halda fram eftir ársskiftið. Men nú fáa vit at síggja, sigur Bill Jacobsen.
Nýggi álopsspælarin hjá KÍ kemur til Klaksvíkar síðst í juli mánað. Spurningurin er so, hvar liðið, sum hann skal spæla við, verður á støðutalvuni, tá ið hann kemur. Tað verður avgjørt næstu vikuna.
Í KÍ siga teir, at nýggi maðurin hevur loyvi at spæla við í Europa Cup dystunum ímóti norska Molde. Tá ið vit spyrja KÍ formannin, Gest Hovgaard, um danski spælarin skal loysa Hjalgrím Elttør av, svarar hann soleiðis:
? Um tað stendur til okkara, so fer hann at spæla saman við Hjalgrími Elttør. Eingin ivi skal vera um, at vit fegnir síggja, at Hjalgrím heldur fram hjá okkum. Sum eg áður havi sagt, so fara vit ikki at leggja honum forðingar í vegin fyri at fara uttanlands. Hann skal taka avgerðina sjálvur, og um felagið, sum hann ætlar sær til, er rættuliga áhugað, so ivist eg onga løtu í, at tað finst ein semja millum okkum og tað felagið. Men vit vilja fegnir hava Hjalgrím her hjá okkum.