Danskur Le Mans koyrari doyr i vanlukku

Kappkoyrarin, Allan Simonsen, hevði koyrt minni enn tíggju minuttir av heimskenda Le Mans 24 tímar kappkoyringini, tá hann koyrdi av breytini og rakti ein trygdarvegg. Allan Simonsen doyði seinni av samanstoytinum.

 

Tað skriva norðurlendsk bløð.

 

Heimskenda kappkoyringin, Le Mans, hevði bert verið í gongd í tíggju minuttir, tá deyðiliga óhappið hendi. Danski Allan Simonsen koyrdi av breytini og inn í ein trygdarvegg. Og bjargingarmenn máttu arbeiða hart, fyri at fáa danska Aston Martin koyraran leysan.

 

Óhappið hendi sambært Sporten.dk í endanum av sonevndu Tertre Rouge snaringini.

 

Kappingin varð steðgað í ein tíma, meðan 34 ára gamli koyrarin varð førdur til sjúkradeildina. Um 17-tíðina varð upplýst, at Allan Simonsen var deyður av skaðunum.

 

Allan Simonsen var saman við sínum medkoyrarum, Christoffer Nygaard og Kristian Poulsen, millum favorittarnar at vinna GTE Am-flokkin, og byrjaðu í bestu støðu, tá kappingin byrjaði í dag.

 

24 tímar kappingin heldur fram hóast deyðsvanlukkuna, skriva miðlar.