Danska hondbóltssambandið og leikararnir á kvinulandsliðnum kunnu ikki semjast um samsýningina til leikararnar, og ósemjan kann enda við, at landsliðið fer fyri bakka. Hondbóltssambandið og leikararnir hava havt ein lønarsáttmála, men hann fór úr gildi á nýggjárinum. Eftir honum fekk leikarahópurin 2,3 milliónir krónur sum grundløn fyri at vera á landsliðnum. Men nú krevur hondbóltssambandið, at upphæddin verður skorin niður í helvt, og tað vilja leikararnir ikki góðtaka.
Í dag skriva danskir fjølmiðlar, at lønartrætan kann fáa ta avleiðing, at tryggingarfelagið GF Forsikring, sum er høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum, sigur sáttmálan við hondbóltssambandið upp.
Sum skilst hevur GF Forsikring hótt við at ógilda sáttmálan, um danska kvinnulandsliðið ikki spælir tveir avtalaðar venjingardystir ímóti Russlandi 21. og 22. apríl.