Ein danskur hermaður er deyður í Afghanistan, og tríggir aðrir eru særdir Vanlukkan hendi, tá ein stríðsvognur hjá donsku herdeildini rendi á eina minu ella eina heimsgjørda spreingiløðing, sigur danska herleiðslan.
Teir donsku hermenninir vóru á veg at hjálpa nøkrum amerikonskumm og bretskum ráðgevum. Alt í einum fóru menn at skjóta eftir teimum donsku hermonnunum, og tá teir royndu at sleppa undan skotunum, hendi vanlukkan.
Teir tríggir hermenninir, sum eru særdir, eru ikki í lívsvanda.










