Danskur hermaður deyður í Irak

Ein danskur hermaður doyði, og fimm vórðu særdir av einari vegjaðarabumbu og í skotbardaga í Irak í dag. Danska herleiðslan sigur, at ein brynjað akfar hjá herinum bleiv álopið norðan fyri býin Al Hartha.

Fyrst rendi akfarið á eina vegjaðarabumbu, og aftaná var skotbardagi millum teir donsku hermenninar og irakskar álopsmenn. Tá skotini tagnaðu, var ein danskur hermaður deyður, og fimm vóru særdir.

Fýra av teimum særdu hermonnunum vórðu seinni fluttir á eitt bretskt hernaðarsjúkrahús.