Tað skal alt for lítið til fyri at gjøgnumføra grindaskeiðið og fáa prógv at drepa grind. Tað meina tey úr Sea Shepherd, sum í summar hava sent ein av sínum limum til eitt grindaskeið fyri at vita, hvussu tað gongur fyri seg har.
– Har var eingin roynd ella nakað sum helst. Tað var yvirraskandi lætt at fáa prógvið, fortelur 21 ára gamli danin Frederik, sum var tann, ið luttók til skeiðið. Hann sigur, at hann hevði roknað við, at undirvísingin var meira praktisk, enn hon var til hetta grindaskeiðið í Løkshøll hin 9. juni.
Hetta líkist ongum, meinar danska Valentina Ripple, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum áður í sambandi við átøk hjá Sea Shepherd.
– Meiningin við grindaskeiðnum átti jú at verið, at man við hesum tryggjar, at drápið verður útført á best møguligan hátt. Men hetta vísir, at man kann seta seg inn í ein biograf í ein tíma og koma út aftur við einum prógvi, sum loyvir tær at drepa grind. Tað halda vit vera átaluvert. Hatta er eitt skeið, sum ikki er eitt skeið, sigur hon.
– Ímynda tær, um tú kundi tikið koyrikort við at seta teg aftast í einum biografi og lurta eftir einum teoretiskum skeiði á kinesiskum upp á bara ein tíma? Og so fara harfrá við rættinum til at koyra 110 á motorvegnum. Tað ljóðar, sum onkur skjótt hevði kunnað fingið álvarsligan skaða. Tað kan væl ikki vera í lagi? sigur Valentina Ripple.
##med3##
Landsstýrismaður: – Vit mugu eftirmeta skeiðið
Tað er Fiskimálaráðið, ið hevur grindaskeiðið um hendi. Vit hava vent okkum til fiskimálaráðharran, Árna Skaale, sum hevur snakkað við tey, ið hildu skeiðið, og hann harmast um hetta.
– Tað er einki at ivast í, at um tað er soleiðis, at ein sum einki skilir, hevur fingið eitt prógv, so er tað sera óheppið. Tað er at harmast um, at tað ber til, sigur Árni Skaale.
– Hetta ger, at vit verða noydd at umhugsa, hvussu vit halda hesi skeiðini, og hvat fyri tretytir vit seta fyri tillaga skeiðini, so at slíkt ikki hendir aftur, sigur hann og vísir á, at hetta er at samanbera við at lumpa føroyingar.
– Føroyar sum land, vit basera nógv uppá álit. Vit eru ikki eitt gjøgnumkontrollerað samfelag, men hava generelt álit á hvørjum øðrum. Tá onkur misbrúkar tað álitið, sum vit vanligvís hava, so mugu vit umhugsa at stramma upp, so tað í framtíðini ikki ber til at - ja, lumpa okkum, sigur landsstýrismaðurin.
##med5##
Er tað so for lætt at fáa prógvið?
– Nei tað haldi eg ikki. Lætt er tað ikki. Skeiðið er gott við góðum lýsandi tilfari. Fólk, sum fer í grind, fer ikki leypandi avstað við mønustingaranum sum tað fyrsta. Teir, sum byrja at brúka mønustingaran, eru lærdir av teimum eldru og meira royndu, sigur Árni Skaale og tekur samanum:
– Vit verða noydd at eftirmeta, hvussu vit gera, tá vit útskriva loyvisprógv í sambandi við tey skeiðini vit hava, soleiðis at vit tryggja, at man ikki bara kann fáa eitt prógv uttan víðari.
Men hví sleppa útlendingar at taka skeiðið?
– Eg haldi ikki, tað verður spurt til tjóðskap, tá man kemur til skeiðið. Men hatta er nakað, vit mugu tryggja ikki hendir, sigur Árni Skaale og vísir á, at hesin spurningurin helst verður við í eftirmetingunum.
Hevur tú nakað dømi um, hvat man kann broyta?
– Tað er skeivt hjá mær at siga nú. Tað eru sýslumenninir, ið formelt standa fyri tí. Teir heita á djóralækna um at halda skeiðið út frá tí tilfari, sum er góðkent. Hetta má umrøðast av teimum fakpersónum, sum taka sær av skeiðnum. Tað má eg taka upp við sýslumenninar, sigur Árni Skaale.
Grindamannafelagið: – Skeiðið er gott
Grindamannafelagið hevur ikki umrøtt kritikkin hjá Sea Shepherd, men formaðurin Ragnar Jacobsen hevur tó nakrar viðmerkingar til hetta fyri egna rokning.
– Eg haldi, at man skal síggja hatta við tveimum brillum. Um ein útlendingur hevur sett seg har, skilir hann sjálvandi einki, so tað er ikki samanbariligt við føroysk viðurskifti. Føroyingarnir skilja jú alt, sigur Ragnar Jacobsen, sum heldur, at skeiðið er gott.
– Innihaldið í skeiðnum vísir øgiliga væl, hvat ein skal gera, sigur hann.
Er tað for lætt at klára grindaskeiðið, heldur tú?
– Eg veit ikki. Tú skalt vera 16 ár, og tað stendur í kunngerðini, at tú skalt hava eina teorietiska vitan. Skeiðið gevur tær hesa vitan, so skeiðið livir upp til treytirnar. Eg veit ikki, um man skuldi innført eina roynd, sigur hann.















