Herfyri kallaði danski felagsskapurin Dansk Kvindesamfund tað á Twitter fyri »absurd«, at føroyskar kvinnur ikki hava rætt til fría fosturtøku, eins og í restini ríkisfelagsskapinum.
Sosialurin hevur spurt Dansk Kvindesamfund, hvat tey meina við, og hví tey halda tað vera viðkomandi fyri ein danskan felagsskap at hava eina meining um føroysku fosturtøkulóggávuna.
– Fyrst og fremst halda vit tað vera týdningarmikið at leggja dent á, at vit í Dansk Kvindesamfund meina, at rætturin til fría fosturtøku er ein universellur menniskjarættur, sum øll í heiminum áttu at havt, uttan mun til hvar tey eru búsett, siga tey úr Dansk Kvindesamfund.
– Rætturin til fría fosturtøku er ein spurningur um rættin at ráða yvir egnum kroppi og sínum egna lívi, sigur felagsskapurin, sum tí ikki skilir, hví føroyskar kvinnur ikki hava hendan rættin. Av somu orsøk halda tey tað vera upp á sítt pláss at blanda seg.
– Tá hesin rætturin ikki er galdandi fyri øll innan fyri ríkisfelagsskapin, er tað nakað, vit leggja merki til, siga tey við Sosialin.