Henrik Fisher er 41 ára gamal og dani. Hann hevur tey seinastu 15 árini starvast í bilaídnaðinum, eftir at hann varð útbúgvin designari á Art Center College í Sveits í 1989.
Hann byrjaði at arbeiða sum designari hjá BMW, og var hann t.d. við til at designa sportsbilarnar BMW Z8 og BMW Z7.
Í 2001 varð Fisker settur í starv sum designstjóri og var við í leiðsluni hjá ensku Aston Martin bilverksmiðjuni, sum hoyrir undir Ford konsernina. Har hevur hann staðið fyri avbera "flotta" designinum á Aston Martin DB9 og nýggja AMV8 Vantage, sum verður frumsýndur í Geneve í mars 2005.
Seinastu tíðina hevur hann verið stjóri á Ford Global Design Studio í USA.
Henrik Fisker sigur, at hann altíð hevur droymt um at byrja sína egnu bilaframleiðslu, men at tíðin ikki hevur verið búgvin fyrr enn nú. Hann sær fram til nógvar spennandi avbjóðingar.
Bilarnir koma at vera í dýrara luksusklassanum, og framleiðslan verður avmarkað til 150 bilar pr. design. Tað ger tað minni eksklusivt at eiga ein bil frá Fisker Coachbuild í USA, at so fáir bilar verða gjørdir. Ætlanin er at senda minst eitt nýtt bilmodell á marknaðin um árið.
Verkætanin er komin so langt, at fyrsti bilurin verður frumsýndur á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september í ár, men framleiðslan byrjar í 2006.









