Danskur bátur fekk torpedo í trolið

Báturin St. Anthony fekk torpedo í trolið tríggjar fjórðingar vestan fyri Thyborøn

Skiparin umborð á St. Anthony tók hesa myndina, tá ið teir høvdu fingið torpedo í trolið

Leygardagin fekk danski fiskibáturin St. Anthony heldur øðrvísi fong. Teir fingu stóra torpedo frá seinna heimskríggi í trolið.

 

– Hon var risastór, Eg havi ongantíð sæð eina so stóra torpedo áður. Tað er óskiljandi, at vit skuldu fáa hana upp, sigur skiparin René Kloster við TV2.

 

Báturin var staddur umleið tríggjar fjórðingar vestan fyri Thyborøn, sum liggur á jútsku vesturstrondini í Danmark.

 

Minuhermenn úr donsku verjuni vóru sendir at spreingja torpedoina, sum var sjey metrar long. Hon var søkt niður á 20 metra dýpi og sprongd við einari løðing, sum varð sett á sjálva torpedoina.

 

Ritzau skrivar, at tað kemur javnan fyri, at leivdir frá seinna heimskríggi vera fiskaðar upp uttan fyri jútsku vesturstrondina, og í farnu viku mátti danska verjan spreinja eina gamla mortaragranat, sum var funnin á strondini í Søndervig.

 

Skiparin umborð á St. Anthony tók hesa myndina, tá ið teir høvdu fingið torpedo í trolið