Danskur argjamaður í AB

AB hevur í dag longt sáttmálan við “lokalan” danskan áleypara

Talan er um framherjan Nicolaj Lindholm Eriksen, sum hevur longt sáttmálan við AB við einum ári. Nikolaj hevur spælt við AB flest øll árini síðani 2004.

 

Nikolaj er at kalla argjamaður, sjálvt um hann upprunaliga er úr Danmark. Hann kom til landið við unnustuni, og í dag býr á Argjum saman og hava tey tvey børn.

 

Nikolaj spældi als ikki í fjør, men valdi farna kappingarár at gera eina roynd afturat. Tað gekk somikið væl, at hann vann sær fast pláss á liðnum í seinnu hálvu.